Kˇri­ 
Kˇrlei­ari 
Kˇrlimir 
Konsertir 
Fl°gur 
Mai-mynd
D°gg
Flˇ­ir av ljˇsi
Askur
Songs for Tibet
Kontakt 
Innanhřsis 

Á 65 ára føðingardegi Knút Olsens 20. novembur 2010 gav Tutl út fløguna Mai-mynd við kórsatsum, ið føðingardagsbarnið gjøgnum árini hevur evnað til.

Hvør kennir ikki sangir sum "Juni", "Føroyar mín móðir" og "Várlongsul", ið allir sangelskandi føroyingar kenna frá felagssanginum á Ólavsøku? Hesir og nógvir aðrir satsir vórðu í mai 2010 sungnir inn av kórunum Tarira og Mpiri. Summir av satsunum eru framførdir av Tarira, aðrir av Mpiri, meðan nakrir eru framførdir av báðum kórunum í felag.

Fløgan er samskipað av ævigu eldsálini Jensinu Olsen, ið harvið hevur framleitt eina ta mest rørandi føðingardagsgávuna, ið nakar tónasmiður kann hugsa sær. Vit halda sjálvi, at fløgan er væl eyðnað, og vóna, at tónleikaáhugað fara at taka hana til sín. Hon fæst t.d. við at fara ein ´túr í Tutl-búðina ella beinleiðis á nethandlinum hjá Tutl: http://www.tutl.com/webshop/index.php?productID=522