Kˇri­ 
Kˇrlei­ari 
Kˇrlimir 
Konsertir 
Fl°gur 
Mai-mynd
D°gg
Flˇ­ir av ljˇsi
Askur
Songs for Tibet
Kontakt 
Innanhřsis 

Leygardagin 6. juli kom fyrsta fløgan hjá kamarkórinum Tariru út. Fløgan, ið ber heitið Døgg, er nú at fáa í handlunum, og kann keypast øll tey vanligu støðini.

Tað er Tutl, ið stendur fyri útgávuni, ið er sponsorerað av Norðurlandahúsinum, Mentanargrunni Landsins, Mentamálaráðnum, Tórshavnar Býráði og Fjølriti.

11 spennandi satsir eru á fløguni.
- Døgg (Vagn Holmboe)
- Náttúran (Pauli í Sandagerði)
- Slóttumenn (Vagn Holmboe)
- Mörkret talar til den blommande busken (Pauli Hansen)
- Herrens Bön (Kjell Frisk)
- Pater Noster (Bjarni Restorff)
- Vatnið og ljósið (Karsten Hoydal)
- Døgg (Sunleif Rasmussen)
- Glitra (Unn Patursson)
- Vem är du (Vagn Holmboe)
- En ny himmel och en ny jord (Sven-David Sandström)

Fløgan er upptikin frá 8. til 10. august 2007 í frálíku Mariendalskirkjuni á Frederiksberg í Danmørk. Tað er tann sera royndi Mogens Mogensen, ið hevur upptikið, produserað, og mastrað fløguna. Mogens hevur verið við í hundraðtals fløguverkætlanum, so sigast má, at fløgan hevur verið í góðum hondum.

Vit eru eisini sera væl nøgd við fløguna.

Eisini er nógv gjørt burturúr húsanum. Hann er prýddur við tilfari úr einum málningi hjá Hansinu Iversen og sniðgivin av Ditte M. Joensen. Eisini eru myndir inni í faldaranum av Martin Sirkovsky.

Á Tutl/Webshop ber til at keypa fløguna.

Nøkur klipp av fløguni verða at hoyra á Myspace síðuni hjá Tariru: www.myspace.com/tarirakor .