Kˇri­ 
Kˇrlei­ari 
Kˇrlimir 
Konsertir 
Fl°gur 
Mai-mynd
D°gg
Flˇ­ir av ljˇsi
Askur
Songs for Tibet
Kontakt 
Innanhřsis 

Heitið Tarira stavar frá hugaheimi William Heinesens úr skaldsøguni “Glataðu spælimenninir”, har Tarira stígur fram sum dreymsjón, hvørs gátuføri vakurleiki tølir og kveikir eins og listin, tá hon er góð.

Fyrst og fremst er tað ein brennandi áhugi fyri kórsangi, sum er upprunin til, at kórið Tarira varð stovnað av eldhugaðum einstaklingum í Havn várið 2002. Men hóast talan er um eitt áhugakór við sangarum, ið dagliga starvast sum lærarar, læknar o.s.fr. hevur Tarira sýnt yrkisligt framasøkni í teim mongu verkætlanum, kórið hevur luttikið í. Tarira er mannað av 19 sangarum, ið flestir hava drúgvar royndir innan kórsang og tónleik sum heild.

Hóast lutfalsliga fá ár á baki hevur Tarira sligið sítt navn fast við mongum framførslum á høgum støði í Føroyum, men eisini kring norðurlond og hetta avrikið er ikki fari óansað framvið. Í 2006 var kórið sostatt í uppskoti at fáa tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins saman við fleiri framúrskarandi norðurlendskum kórum sum  t.d. kamarkór Eric Ericssons, ið vann virðislønina.

Skráin hjá Tarira hevur øll árini verið fjølbroytt við serligum denti á renesansutónleik og á nýskrivaðan tónleik. Kórið hevur bílagt verk frá bæði føroyskum og norðurlendskum tónaskøldum og hevur í hesum sambandi staðið fyri fleiri forvitnisligum frumframførslum. Sterkar røddir seta dám á ljóðmyndina hjá Tarira, sum eftir miðvísa venjing við intonatión og dynamikki, megnar at sameina neyðugan klangligan reinleika við eitt spennandi dramatiskt, ekspressivt úttrykk.